30 krónur blivu til eina millión

Oddset hjá Danske Spil: Rakti odds 37.830,10 - sí ótrúliga tippiseðilin her!

Tað var ein dugnaligur og heppin tippari hjá Danske Spil, sum í dag kundi fara eftir einum Oddset-seðli við meira enn einari millión krónum á. Alt, ið hann hevði spælt fyri á hesum seðlinum, vóru 30 krónur.


Nærri nágreiniliga vann hann 1.134.903 krónur. Ta upphæddina spældi hann seg fram til við eitt nú at spæla upp á javnleik í NFC- og AFC-finalunum í NFL. Oddsini vóru 17 á hvønn dystin, og bæði blivu røtt.


Hann tippaði eisini at, at NBA-dysturin ímillum Houston Rockets og LA Lakers endaði javnur, og krúnan á verkinum á hesum ótrúliga tippiseðlinum var, at hann eisini kollgitti at Týskland í HM-hondbólti vann á Íslandi við fimm málum.


Samlaða oddsið á hesum tippiseðlinum var einki minni enn 37.830,10. Soleiðis gjørdust 30 krónur til 1.134.903 krónur hjá hesum tipparanum, sum sambært tíðindaskrivi frá Danske Spil er úr Miðjútlandi.


Tippiseðilin sæst á myndini omanfyri.