30 km/t í miðbýnum á Tvøroyri

- Broytingarnar verða gjørdar við ferðslutryggleikanum í huga, sigur Tvøroyrar kommuna.

Mánadagin hin 17. februar - tað er í morgin - verða ferðslubroytingar í miðbýnum á Tvøroyri settar í verk. Hesar broytingar verða gjørdar við ferðslutryggleikanum í huga.

 

Tað sigur Tvøroyrar kommuna í dag. Lagt verður aftrat, at allur miðbýurin verður eitt 30 km. øki, og tað merkir, at bilar ikki hava loyvi at koyra meira enn 30 km/t.

- 30 km. økið byrjar á Traðarvegnum vestan fyri krossin Undir Hválinum/ Traðarvegi (vestan fyri húsini hjá Finnboga Danielsen) og við Sjógøtu 49 (uttan fyri Missiónshúsið) og gongur út til Kirkjubrekkuna 38 (húsini hjá Jón Johannesen)  og út til undir Heygnum 38 (Sp/f Lýsing).

 

Viðheft er kort, sum lýsir, hvar 30 km. økið er í miðbýnum á Tvøroyri, men annars sæst eitt betri kort á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu.