Tað vóru fleiri enn 30 bólkar, ið høvdu teknað seg til Prix Føroyar, nú tað tann 25. januar fer av bakkastokki. Freistin at tekna seg til prixið var tann 3. januar, og í seinasta lagi tann 6. januar skuldu bólkarnir hava sent fyrireikarunum eitt demoband. Um hetta ikki varð gjørt, vórðu bólkarnir ikki taldir við.
Nú kunngera fyrireikararnir, at tilsamans 30 bólkar hava lokið treytirnar fyri at vera við í kappingini.
Teir 30 bólkarnir, ið við vera, eru: Déjá vu, Blív, Bracket, Chain, Crashwave, Fluffy Toys, FLUX, GESTIR, Hansen, HATESPEECH, Headache Blues Treo, Holgar og Villmenn, Human Chaos, JAM, Krit Lawetz, Makrel, MARY´S BABY, masha, MC-Hár, Mind´s Eye, MMM, onkikanndiskuterast.alt kann, Páll Finnur Páll, S.C.A.T.G.O.H, Side Effect, Søren Søgaard, Speeker, Týr og Zink.
Øll innleiðandi umførini verða í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Bólkarnir í fyrsta innleiðandi umfarinum verða: Headache Blues Treo, Human Chaos, Søren Søgaard, S.C.A.T.G.O.H, FLUX og MC-Hár.
Annað innleiðandi umfarið verður tann 1. februar.