Í næstum verða 30 íbúðir gjørdar í Klaksvík. Íbúðirnar , sum vera á Biskupstorgi, eru í átta ymiskum sniðum.
Tað er Bústaðafelagið Bústaðir sum stendur fyri verkætlanini og er partur av miðbýarætlanini hjá Klaksvíkar býráð.
Bustadir.fo skrivar: Klaksvíkar Kommuna hevur eina hugsjón um ein nýggjan og livandi miðbý innast á vágni. Nýggju íbúðirnar kring Biskupstorg fara at skapa eitt samspæl við tað nýggja miðbýarøkið. Íbúgvarnir fara at fáa gagn av øllum hentleikum, ið miðbýurin í framtíðini fer at bjóða. Samstundis fara bæði fólk á staðnum og vitjandi í miðbýnum at merkja ágóðan av hesari heildarhugsan, tí funktiónir og tænastur eru samhugsaðar og fjølbroyttar við bústøðum, skrivstovum, handlum, kaffihúsum, mentanartilboðum og almennum savningarstøðum. Tá ið lunnar eru lagdir undir ein livandi og fjølbroyttan bý, gerst hetta íbúgvum og vitjandi til gagns.
(Mynd: Dávur Winther)