Tann 17. juni verður farið undir summarferðaætlanina hjá Atlantic Airways, og felagið fer at hava 30 fráferðir úr Føroyum um vikuna til 18. august, tá summarferðaætlanin endar.
? Ferðahugurin er framvegis stórur í Føroyum, og áhugin fyri Føroyum sum ferðamáli er eisini í menning. Nakað av vøkstri hevur verið í ferðsluni í ár, og útlit eru fyri hampuligari stórari summarferðslu í ár, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways.
Nýggja ferðamálið í ár er Oslo. Atlantic fer at flúgva tvær ferðir um vikuna til norska høvuðsstaðin. Mikudag gongur leiðin úr Vágum umvegis Stavanger til Oslo, og somuleiðis verður flogið umvegis Stavanger heimaftur. Leygardag flýgur Atlantic beinleiðis millum Vágarnar og Oslo.
? Tað vísir seg, at ferðslan til og frá Noregi spjaðir seg um alt landið, og Gardermoen flogvøllurin í Oslo er knútapunktið fyri innanríkis flogferðslu í Noregi. Tí halda vit, at vit tæna ferðafólkinum best við at flúgva til Gardermoen. Vit hava kortini ikki slept Stavanger, tí vit vóna framvegis, at meiri oljuvirksemi fer at taka seg upp millum Føroyar og Noreg, sigur Magni Arge.
Tvær ferðir Keypmannahavn
Atlantic fer at flúgva til Keypmannahavn tvær ferðir um dagin í summar. Mánadag og fríggjadag eru eykatúrar, so at hesar dagarnar eru tríggir túrar um dagin. Talið av fráferðum til Billund er økt úr trimum upp í fýra fráferðir. Flogið verður til Billund týsdag, hósdag, leygardag og sunnudag.
Eisini London hevur fingið eina fráferð afturat. Flogið verður til London hósdag og sunnudag. Til Aberdeen verður flogið mánadag, mikudag og hósdag.
Samband er til Reykjavíkar fýra ferðir um vikuna mánadag, mikudag, fríggjadag og sunnudag.