30 ára gamla bókin » Prestar og profetar« ókeypis

Høvundurin hevur lagt 30 ára gomlu bókina á internetið

Í samband við at bókin »Prestar og profetar« fyllir 30 ár hevur høvundurin, Høgni av Heiði, lagt eina nýggja útgávu á alnetið, so at ein og hvør nú kann taka hana niður ókeypis og lesa hana á síni teldu.

 

Bókin liggur á Internet Archive, eitt av heimsins størstu bókasøvnum á alnetinum við milliónum av ókeypis bókum og øðrum tilfari.

 

Tú finnur bókina her: https://archive.org/search?query=prestar+og+profetar

 

##med2##