30 ár síðani olympiska hurðin var stongd fyri Føroyum

Tað var 10. desember í 1992, at altjóða olympiska nevndin broytti upptøkutreytirnar

Í dag, 10. desember eru 30 ár liðin síðani altjóða olympiska nevndin broytti sínar upptøkutreytir.

 

Tá varð samtykt á aðalfundinum hjá IOC (altjóða olympisku nevndin) í Lausanne í Sveis, at bara nýggj limalond vera upptikin, ið eru ein suverenur statur viðurkendur av Sameindum Tjóðum.

 

ÍSF sendi annars longu í 1984 umsókn inn til IOC um føroyskan limaskap, ið tíverri ikki kom til viðgerðar áðrenn upptøkutreytirnar vóru broyttar.

 

Tað eru annars fitt av ikki-sjálvstøðugum londum, ið eru limir í IOC, ið hava eina líknandi stýrisskipan sum Føroyar, og summi av teimum hava enntá minni sjálvstýri enn Føroyar.

 

Tey vit kenna best eru tvey oyggjalond, ið eisini kappast á oyggjaleikunum, nevnliga Bermuda og Cayman-oyggjarnar, sum bæði hava ein bretskan guvernør, ið hevur nógv fleiri heimildir og vald enn t.d. ríkisumboðsmaðurin í Føroyum.

 

Onnur ikki sjálvstøðug lond, ið eru limir í IOC eru Aruba, ið er partur av niðurlendska kongaríkinum, Bretsku Jomfrúoyggjarnar, Puerto Rico sum hoyrir til USA, og eitt oyggjaland sum var í okkara ríki fram til 1917, nevnliga Amerikonsku Jomfrúoyggjarnar (U.S. Virgin Islands). Fram til 1917 æt oyggjalandið Dansk Vestindien.  Hong Kong sum Kina yvirtók í 1997 er eisini limur í IOC. Í Kyrrahavinum eru Guam og Amerikanskt Samoa, ið bæði hoyra til USA limir í IOC, og tað eru Cook-oyggjarnar sum hoyra til Ný Sæland eisini. 

 

Hesi oyggjalondini blivu øll limir í IOC áðrenn upptøkutreytirnar vóru broyttar fyri júst 30 árum síðani, tann 10. desember í 1992.

 

Tað margháttliga er, at Føroyar tóku lut á Talvolympiaduni á fyrsta sinni í 1970, og tóku lut á paralympisku leikunum fyrstu ferð í 1984.

 

Fleiri av okkara altjóða ítróttargreinum hava eisini altjóða viðurkenning. Tó hava frælsir ítróttir og fimleikurin rent seg í somu hørðu upptøkutreytir, at bert nýggj limalond fáa limaskap um tey eru ein suverenur statur, ið er viðurkendur av ST. 

 

Føroyar hava eisini kappast í Special Olympics síðani aldarskiftið. Vit sleppa sostatt at kappast í øllum "lympics" uttan "olympics", og tað kennist boysið. 

 

Ein føroysku limaskapur í IOC hevði eisini greitt gøtuna til at kappast í European Small Nations Games, ið eru leikir fyri tjóðir sum hava eitt fólkatal, sum er minni enn ein miljón íbúgvar.

 

Seinastu árini hevur stjórnin í ÍSF stríðst manniliga fyri at vinna Føroyum limaskap, og hava fingið útlendskar miðlar at varpa ljós á okkara søk, men enn er tað stóra gjøgnumbrotið ikki komið.