30 ár síðani Henrik kom á ting

Í dag eru 30 ár síðani Henrik Old, løgtingsmaður, fyrstu ferð varð valdur á ting. Tað var á løgtingsvalinum 8. november í 1984. Hann var valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy, og varð hann valdur sum nummar tvey á listanum hjá Javnaðarflokkinum eftir Atla Dam, floksformann.

Í dag eru 30 ár síðani Henrik Old, løgtingsmaður, fyrstu ferð varð valdur á ting. Tað var á løgtingsvalinum 8. november í 1984. Hann var valevni Javnaðarfloksins í Suðuroy, og varð hann valdur sum nummar tvey á listanum hjá Javnaðarflokkinum eftir Atla Dam, floksformann.

 

Hetta var fyrsta politiska royndin hjá Henriki Old, sum tá var 37 ára gamal.

 

Henrik James Frits Old er føddur 20. juni í 1947 í Vági. Hann er sonur Henrikku Jacobsen Old og Dennis William Connor Old. Fosturforeldur hansara vóru Inger og Johannes Joensen úr Vági. Henrik er giftur við Elsebeth Old, sum er dóttir Jenny Hentze og Petur í Gong, sum sat í Tórshavnar býráð í eitt mannaminni frá 1957 til 1996.

 

Á løgtingsvalinum í 1984 fekk Javnaðarflokkurin 23,4 prosent av atkvøðunum. Tað var ein framgongd upp á sløk 2 prosent. Sambandsflokkurin fekk tilsvarandi afturgongd og endaði á 21,2 prosentum. Tað merkti, at Pauli Ellefsen legði frá sær sum løgmaður, og Atli Dam tók við sum løgmaður fyri fjórðu ferð – tann 11. januar í 1985.

 

Hóast 30 ár eru liðin, so hevur Henrik Old ikki sitið á tingi øll hesi árini. Hann hevur til dømis tann sjáldsama heiðurin, at hann er fyrrverandi pensjónistur. Hann gavst sum løgtingsmaður í 2008. Hann varð ikki afturvaldur á valinum í 2004, men kom tó inn sum fastur varamaður fyri Jóannes Eidesgaard, sum var løgmaður tað valskeiðið. Til valið í 2008 boðaði hann frá, at hann stillaði ikki uppaftur. Tá var hann farin um 60 og kundi fara frá við løgtingseftirløn.

 

Men hann treivst ikki sum pensjónistur, og stillaði tí uppaftur á valinum í 2011 og varð valdur.

 

Av teimum, sum sita á tingi í dag, er tað bara Poul Michelsen, sum eisini varð valdur á ting í 1984. Men hann hevur verið burtur frá politikki fleiri valskeið síðani tá.

 

Nógv av tingfólkunum í dag vóru skúlabørn í 1984. Løgmaður var til dømis júst fyltur 20 ár. Høgni Hoydal var ikki byrjaður í Hoydølum, Jørgen Niclasen var júst farin um konfirmatiónsaldur. Kristina Háfoss gekk í øðrum flokki í Argja Skúla. Hanus Samró, var ikki føddur – hann kom í heimin í 1988. Og í Klaksvík var barnaføðingardagur hendan dagin, tí tá fylti ein smádrongur 12 ár – tað var Aksel Vilhelmsonur Johannsen, sum nú er formaður hjá Henriki Old í Javnaðarflokkinum.