30-50 prosent at seljast á uppboði

Vit skulu tryggja, at øll virki sleppa at keypa fisk, ikki bara tey, sum eiga skip

Eini 30-50 prosent av øllum fiski, sum føroysk skip fiska, skal verða seldur á Fiskamarknaði Føroya.

 

Tað heldur Alfred Olsen formaður í vinnunevndini hjál løgtinginum.

 

 

Les eisini: 100-150 arbeiðspláss í Havn í vanda

 

 

Um vikuskiftið vísti Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, á, at ætlanin at endurreisa Bacalao í Havn, er í vanda, tí tað er so ringt at fáa fatur á rávøru. Og orsøkin til tað er, at minni og minni av fiskinum, føroysk skip fiska, verður selt á Fiskamarknaðinum, tí tey flestu skipini eru knýtt at ávísum virkjum.

 

Alfred Olsen sigur, at nú arbeitt verður við eini nýggjari fiskivinnuskipan, verður tað eisini tikið við, at ein ávísur partur av fiskinum skal seljast á uppboði, so at øll virki sleppa framat at keypa, ikki bara tey, sum eiga skip. Tað merkir, at tann, sum hevur besta boðið, fær fiskin.

 

Trýst á pílin undir myndini, og hoyr Alfred Olsen greiða frá