Hann sær fyri sær, at øll fiskivinnu- og aliloyvi verða selda á uppboðssølu í fríari kapping. Virðið av hesum metir hann at liggja um 1,5 milliardir krónur. Tað sum svarar til um 30.000 krónur til hvønn føroying.
Hann sær fyri sær, at meðan landskassin fær helmingin av hesum, so kann hvør føroyingur fáa útgoldið 15.000 krónur skattafrítt á hvørjum ári. Fyri eitt húsarhald við fimm fólkum merkir hetta, at tey fáa 75.000 krónur útgoldið skattafrítt um árið – sum kemur oman á alla inntøku annars.
Rói Egholm vísir á, at støk foreldur við tveimum børnum soleiðis fáa 45.000 skattafríar krónur, og at eitt pensjónistapar fær 30.000 skattafríar krónur.
Hann vísir soleiðis á tríggjar »valmøguleikar«, sum vit hava:
– At býta peningin javnt millum føroyingar, sum víst omanfyri.
– At allur ágóðin fer til landskassan.
– At vit øll frásiga okkum hesar inntøkur og geva landsstýrismanninum virðini, sum hann so frítt kann útflýggja útvaldum føroyingum og útlendingum.
Rói Egholm heldur, at eingin keypir eitt loyvi á uppboðssølu, uttan at vita, at vinningur fæst burturúr.
– Um fyritøkurnar, sum virka í dag, eru kappingarførar, so vinna tær fríu kappingina, heldur hann. Men verandi fyritøkur, sum ikki klára at keypa síni rættindini til rávøruna í fríari kapping, eru ikki kappingarførar, og eiga tí ikki at vera í vinnuni, sigur Rói Egholm.