Cesc Fabregas vísti seg í dag á fyrsta sinni í Barcelona troyggjuni, síðani skiftið frá Arsenal. 30.000 Barcelona viðhaldsfólk vóru komin saman á Nou Camp at heilsa upp á mannin, sum átta árum síðani skifti til Arsenal frá Barcelona. Hann er nú aftur Barcelona leikari.
Fyrrverandi Arsenal liðskiparin hevur í fleiri ár verið settur í samband við barndómsfelagið hjá sær og í gjár komu boðini, ið Barcelona viðhaldsfólkini hava bíðað so leingi eftir. Tað var Arsenal heimasíðan, ið boðaði frá, at feløgini vóru komin ásamt um ein prís fyri 24-ára gamla miðvallarin.
«At fáa fýra talið hevur nógv at siga fyri meg. Eg veit at tað hevur verið nógv tosað um, um eg ella Thiago skuldu hava fýra talið, men eg eri fegin um at tað fall mær í lut at bera fýra talið, sigur Cesc Fabregas, sum eisini rósti fyrrverandi vernjarunum hjá sær, Arsene Wenger.
Cesc Fabregas hevur skrivað ein fimm ára sáttmála við Barcelona. Mikukvøldið spæla Barcelona og Real Madrid seinna dystin í Super Copa. Fyrri dysturin var í gjár og endaði við 2-2 javnleiki.