3 x 16 í Steinprenti

Fríggjadagin 16. desember verður ein øðrvísi markering á Skálatrøð í Havn. Henda dagin klokkan 16 er ætlanin at feira listina í Steinprenti á Skálatrøð 16 – altso tríggjar ferðir 16 ein og sama dag.

Hetta fer sjálvandi ikki at ganga stillisliga fyri seg, tí bæði hugni og list ganga saman í eitt, nú Listin 2011 verður givin út. Í frálíku rammuni, sum framsýningin Myndaódnin veitir, ber til at njóta poesi og myndlist saman við millum annað Carl Jóhan Jensen, Jóanesi Nielsen, umframt møðrum listabloggsins, Kinnu Poulsen og Inger Smærup Sørensen.

- Vit feira nevniliga, at Listin 2011 verður útgivin, sigur tær báðar í innbjóðingini.

Listin 2011 er tíðarrit, grundað á tær gott og væl 500 greinarnar um list og mentan, sum hava staðið á www.listinblog.blogspot.com seinasta árið.

- Hetta er ein verkætlan, sum vit eru sera ernar av og sum vit halda hevur stóran týdning fyri mentanarmiðlanina og mentanarpolitiska kjakið her á landi. Hvønn dag leggja vit fram á blogginum okkara hugsanir, gleðir og stúranir um listina og mentanarlívið. Hetta arbeiðið hevur við sær kjak og nógvan iva, men fyrst og fremst er tað okkum til stóra gleði, tí vit halda tað vera týdningarmikið og tí at listin altíð er inspirerandi og gevandi at arbeiða við, siga Kinnu Poulsen og Inger Smærup Sørensen.