3 skjótir til Birgir Kruse

Ì sambandi við, at føroyski stuttfilmurin Magma hjá Marionnu Mørkøre og Rannvá Káradóttir er við í undankappingini til Oscars, hava vit spurt Birgir Kruse tríggjar spurningar.

Hvat eru styrkirnar hjá Marionnu og Rannvá?
- Stílistiskt er tað ein styrki, at tær halda seg til sama úttrykk og allíkavæl finna nýggjar tilgongdir til sama úttrykk, alt við føroyskum botni og baksýni. Ikki so ólíkt søguligum stuttfilmum hjá Salvador Dalí og Louis Buñel. Hóast tað tykist einfalt, er tað komplekst og á tí surrealistiska bógnum.

Hvat hevur tað at siga fyri filmslistafólk at verða sett í samband við Oscars?
- Tað at gera film er at skapa sjónligheit, so hetta er tað einasta tú hevur uppá hondina, serliga um tú kemur úr Føroyum, her eingin filmsgrunnur er. Tað, at filmarnir verða vístir á ein skipaðan hátt, har filmsummælarar møta, hevur alt at siga. Festivalarnir hava tí alt at siga fyri ein, sum ger film. Oscars er tó ein serliga prestigufull kapping. Næstan hvørt ár verða norðurlendskir filmar tilnevndir, og tað hevur alt at siga at verða settur í samband við Oscars - eisini hóast tú bara kemur við í fyrsta útskiljingarumfarið og ikki verður endaliga tilnevndur.

Hvat kann hetta merkja fyri føroyska filmslist?
- Aftur er tað sjónligheit. Tað, at ein føroyskur filmur kann seta Oscarstemplið á alla marknaðarføring, er tað besta filmsbrandið, ið finst. Og tað kann seta fokus á Føroyar sum filmsland. Eisini hóast eingin almennur filmsídnaður er, men eitt virkið undirlendi av einstaklingum og Klippfisk. Høvdu vit havt ein filmsgrunn ella eina filmsskrivstovu, so høvdu vit kunnað fingið nógv burturúr hesum.