3 fordómar um Grand Prixið

Ov nógv show og ov nógv Eystureuropa?

1: “Eystureuropa hevur hertikið kappingina”

Pástandur: Ofta verður ført fram, at tey eystureuropeisku londini, sum eru nógv í tali, hava sett seg á kappingina við at atkvøða fyri hvørjum øðrum.

Andsvar: Vinnarar av Eurovision seinastu árini hava verið Svøríki, Aserbajan, Týskland, Noreg, Russland, Serbia, Finnland, Grikkaland, Ukraina og Turkaland. Tað vil siga, at lond úr øllum Europa vinna kappingina upp á skift.


2: “Øll atkvøða fyri grannalondunum”

Pástandur: Grikkaland gevur Kypros sítt 12-tal, Bosnia sendir stig til Kroatia, og Danmark og Svøríki hjálpa hvørjum øðrum.

Andsvar: Hetta kann hava meira við felags mentan enn loyalitet at gera. Ein tónleikari í Svøríki hevur lættari við at gerast kendur í Danmark enn í Bosnia, og poppljóðið í Litava líkist meir ljóðinum í Letlandi enn í Bretlandi. Vanliga vinnur sangurin, sum appelerar breiðast, kappingina.


3: “Tað er blivið meira show enn tónleikur”

Pástandur: Framførslurnar snúgva seg í nógv størri mun um at hava eitt gott show, okkurt festligt innslag ella at hava flott fólk í smáum klædnapløggu má pallinum.

Andsvar: Ein góð framførsla kann ávirka úrslitið og eisini gera munin, men í fjør vann svenska Lorren, sum var einsamøll á pallinum og sang ein góðan poppsang, ímóti nøkrum russiskum ommum, sum skuldu gera nakað, sum eingin annar hevði gjørt áður í Grand Prixnum.