Fyri fyrstu ferð í 14 mánaðar er ferðafólkatalið minni enn sama mánaði árið frammanundan Í mai í ár eru 19.333 ferðafólk farin og komin um floghavnina. Hetta er 3,2% færri enn í mai í fjør, tá talið var 19.975, skrivar stendur at lesa á heimasíðuni hjá Flogvøllinum.
Í mai hevur verið afturgongd á øllum farleiðum uttan til Danmarkar, har ein lítil vøkstur hevur verið uppá 1,4%. Á Noregsleiðini hevur afturgongdin verið 46,6%, Íslandsleiðini 26,6%. Stórabretland hevur havt sama ferðafólkatal.
Higartil í ár hava 73.648 ferðafólk ferðast um floghavnina. Tað er ein øking svarandi til 9,0% í mun til sama tíðarskeið í fjør. Vøksturin í ferðafólkatalinum er tó greitt minkandi síðani miðskeiðis í apríl, har hann var 17,9%
Í mai hava verið 444 fráferðir og komur. Hetta er 22,8% færri enn í mai í fjør tá 575 flogfør komu og fóru um floghavnina. Av hesum hevur afturgongdin á farleiðunum til Danmarkar verið 17,5% og afturgongdin á uttanríkis farleiðum verið 30,9%, stendur altso at lesa á heimasíðuni hjá Flogvøllinum.
Har stendur eisini, at tað higartil í ár eru 1.921 flogfør komin og farin um floghavnina. Tað er 10,9% færri enn um somu tíð í fjør. Og um flogfarmin higartil í ár verður sagt, at hann hevur verið 19,2% størri enn somu tíð í fjør, meðan flogposturin nærum er hin sami.