Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur avgjørt at flyta kappingina í 3. deild hjá monnum.
Ætlanin var at eitt umfar skuldi verða hetta vikuskiftið, men tað er útsett til næsta vikuskiftið, og samstundis er restin av kappingini flutt eitt vikuskifti.
Hetta verður gjørt, tí feløgini ynskja tað. Vanligt er, at 3. deild spælir har 1. deild spælir, og tað verður framvegis gjørligt, nú kappingin er flutt eitt vikuskifti.










