3-arin og Tutl poppa víðari

Næsta fløgan í Popplist røðini er komin í sølubúðirnar. ÁPopplist 2 eru bæði vælumtókt løg frá í ár og gomul hitt. Úrvalið á fløguni fevnir breitt, so einki eigur at verða til hindurs fyri, at eisini Popplist 2 verður ein av best umtóktu fløgunum í ár.

Popplist 2 er nú komin í sølubúðirnar. Seinnapartin hósdagin var almenn samkoma í 3-aranum fyri nýggjastu føroysku fløguútgávuni. Popplist 2 er ein savnsfløga við gomlum og nýggjari føroyskum løgum.
Fyrsta Popplist fløgan av sínum slagi varð útgivin í fjør, og sambært Høgna Zachariassen er ætlanin at halda á við at geva Popplist fløgurnar út á hvørjum ári. Eins og í fjør samstarva Tutl og 3-arin um fløguútgávuna
Popplist var mest selda fløgan í 3-aranum í fjør, og útgevarnir vóna, at fløgan fær somu undirtøku í ár

Breitt úrval
Endamálið við fløguútgávuni er at samantvinna tey bestu føroysku løgini í árinum, saman við gomlum hittum. Popplist 2 er einki undantak. Bólkar frá Prix Føroyum, Guðrun, Teitur og Brandur eru í millum tónleikarar, ið eiga løg, ið eru útkomin íár.
Chase og Plúmm eru tveir av bólkunum, ið borga fyri gomlu hittunum við ávíkavist Fyrstu ferð og Stjørnuskot. Pláss er eisini fyri vælumtókta trubadurinum, Kára P, so úrvalið á fløguni fevnir rættiliga breitt.

Mynd:
Tveir fegnir fløguútgevarar, f.v Høgni Zachariassen fyri 3-arin og Kristian Blak fyri Tutl. Popplist 2 hevur breitt úrval, og hon verður óivað ein av best umtóktu fløgunum aftur í ár.
Mynd: Jens Kr. Vang