Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar hevur Runavíkar kommuna fingið knappar fýra milliónir meiri í kommunuskatti, enn tað komu inn níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør. Runavíkar kommuna hevur tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár fingið 3.905.569 krónur meiri inn í kommunuskatti, enn tað komu inn níggju teir fyrstu mánaðirnar í fjør.
Skattainntøkan higartil í ár hevur verið 80,6 milliónir. Í fjør var skattainntøkan hjá Runavík níggju teir fyrstu mánaðirnar 76,7 milliónir krónur.
Talan er um ein vøkstur upp á 5,09 prosent.
September mánaði var serliga góður skattamánaði hjá Runavíkar kommunu. Tá var skattainntøkan 15,92 prosent hægri, enn hon var tað í september í fjør.
Í september í ár var skattainntøkan í Runavík 10,04 milliónir. Í fjør var inntøkan 8,66 millónir ella 1,38 milliónir lægri, enn inntøkan var í september í ár.