3.500 amerikanarar falnir í Irak-krígnum

Juni sær út til at vera minst líka blóðigur sum mai, ið var tann ringasti hjá amerikanska herinum higartil í krígnum. Ein amerikanskur hermaður doyði í einari bumbuspreinging í Irak í gjár, og sostatt hevur USA nú mist meiri enn 3.500 hermenn har síðani innrásina fyri fýra árum síðani.

Hóast umfatandi trygdartiltøk missir USA framvegis nógvar hermenn í Irak, og seks teir fyrstu dagarnar í hesum mánaðinum fullu 23 amerikanskir hermenn, skrivar Reuters.

Tað svarar til fýra um dagin, og soleiðis var eisini í síðsta mánað.