3,5 milliónir til røktarkrevjandi

Almannaráðið kunngerð í dag, at eykajáttan er fingin áljóðandi 3,5 milliónir krónur. Játtanin skal nýtast til teirra, ið hava bráðfeingistørv fyri neyðini

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, kunngerð í dag, at eykajáttanin á 3,5 milliónir krónur eru oyramerktar til tey, ið hava bráðfeingistørv á búðplássi í Suðurstreymoy fyri neyðini.

“Sum øllum kunnugt mangla vit røktarheimspláss í Suðurstreymi, og heimarøktin hevur tíverri ikki havt nokk starvsfólk til at kompensera fyri hendan tørvin. Tað hevur merkt, at eitt nú avvarðandi hava verið noydd at traðka til. Við eykajáttanini verður møguligt at fáa fleiri hendur til tey røktarkrevjandi eldri í Suðurstreymi, so hesi kunnu fáa eina nøktandi tænastu”, sigur Rósa Samuelsen í tíðindaskrivi í dag.

Umleið 80 eldri fólk standa á bíðilista hjá Nærverkinum. Tey, ið hava størst tørv á búðplássi, eru brúkarar, ið hava tørv á heimahjálp fýra ferðir um dagin.