Sendirættindi
»Tit sleppa ikki inn á stadion«. Somikið greið vóru boðini, sum framleiðsluliðið hjá SvF fekk, tá tey komu til vøllin við Djúpumýru í Klaksvík leygardagin.
Sum vant, so hevði Sjónvarpið her sítt egna framleiðslulið við til dystin, soleiðis at samrøður við spælarar og venjarar kundu gerast kring uppgerðina.
Men tað var tó av ongum. Føroysku fótbóltsfeløgini hava gjørt av, at so leingi sum SvF ikki góðtekur tær treytir, sum feløgini seta til upptøkurnar serstakliga viðvíkjandi sponsorering, so skulu ongar upptøkur gerast. Og má SvF ístaðin taka til takkar við teimum uptøkum, sum feløgini sjálvi senda.
Hetta seinasta verður tó av ongum, og tí stendur stríðið, sum var so sjónligt í sáttmálasamráðingunum, enn í ljósum loga.
Vit hava tikið hendingina í Klaksvík til eftirtektar, og sum vit hava skilt tað, so eru somu treytir galdandi við aðrar leikvøllir, sigur Høgni í Jákupsstovu, vertur og redaktørur á 3-2.
Tað er komið hartil, at fólkini hjá okkum verða beinleiðis chikanerað, tá vit eru til dystir, og somikið stuttligt er tað nú heldur ikki at gera sjónvarp. Hetta snýr seg altso um at gera eina ítróttasending og ikki nakra krígsreportasju, sigur Høgni.