3 1/2 ára sáttmáli til Teit boðar frá góðum

(Sending frá Rás2) Hoyr Trónd Arge taka samanum gongdina hjá føroyskum útisetum, effodeildina og Premier League

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tann størra partin av fótbóltspanelinum, sum var sent á Rás2 í dag, har Heri Simonsen spurdi Trónd Arge um ymisk fótbóltsviðurskifti innanlands og uttanlands.

 

Hesi evni vóru viðgjørd :

 

1) Skiftið hjá Teit Jacobsen til SønderjyskE. Tróndur Arge heldur tað boða frá góðum, at SønderjyskE gevur evnaríka, unga leikaranum ein trý og eitt hálvt ára sáttmála.

 

2) Hvat ger HB nú Teit Jacobsen ikki verður partur av effohópinum?

 

3) René Shaki Joensen. Eigur hann at venda heimaftur til HB, ella eigur ein tilvera í t.d. Bodø/Glimt at roynast?

 

4) Felags Suðuroyarliðið og keypið hjá NSÍ av Bárði J. Hansen.

 

5) Premier League.