Russisku myndugleikarnir noyddust at hjálpa 3.000 fiskimonnum, sum komu í neyð í Svartahavinum. Menninir vóru farnir út á ísin at fiska ígjøgnum hol í ísinum, men tá veðrið bleiv lýggjari, brotnaði ísurin, so teir 3.000 menninir endaðu á einum leysum ísflaka.
Til alla lukku høvdu fleiri av monnunum fartelefon uppi á sær, so teir fingu samband við myndugleikarnar inni á landi, sum alt fyri eitt settu eitt bjargingartiltak í verk. Eingin av teimum 3.000 monnunum fekk skaða av hendingini.
Veiðihátturin at fiska ígjøgnum hol í ísinum er sera væl umtóktur í Russlandi, skrivar AFP.










