Talv
Á heimliga økinum er lítil steðgur í landstelvingini, eftir ein hendingarríkan vetur við eitt nú eini røð av barnakappingum, sum vóru sera væl móttiknar millum ung í Føroyum.
Feløg kring Føroyar halda tó enn fram við talvundirvísing fyri børnum, eins og summar innafelagskappingar eru í gongd.
Á flatlondum verður tó ikki heilt steðgað á enn. Arild Rimestad úr Talvfelagnum Føroyar skipar nevnliga fyri stórari kapping, nevnd 2nd Atlantic Weekend. Fyrsta kapping fór av bakkastokki í fjør, og ætlanin er at hon skal vera afturvendandi. Sum tað sæst á kappingarheitinum, so stuðlar Atlantic Airways kappingina, sum verður í døgunum 8-12. maj.
Fleiri av okkara sterkastu talvútisetum luttaka, eitt nú John Arni Nilssen og Heini Olsen. Eisini sterkir danskir telvarar hava boðað frá luttøku, eitt nú GM Carsten Høi, sum vann kappingina í fjør, eins og fleiri útlendingar hava hoyrt frænir um kappingina.
Føroyameistarin møguliga við
Tað sum er mest gleðiligt, er at nakrir heimabúgvandi føroyingar møguliga ætla sær til Keypmannarhavnar hesar dagarnar at vísa talvútisetum talvkynstur teirra. Talan er um føroyameistaran Hans Kristian Simonsen, Ólavur Simonsen og Rana Nolsøe. Tó kann tað enn ikki sigast við vissu, um allir hesir loksins verða á luttakaralistanum, men nærum við vissu kann sigast at Ólavur Simonsen luttekur.
Virðislønirnar eru frálíkar. Fleiri ferðaseðlar hevur Atlantic Airways burturlutað.
Um fleiri føroyingar ætla sær eitt langt talvvikuskifti í Keypmannahavn, so er seinasta freist at tekna seg 30. apríl, við at senda ein teldupost til arild@talv.dk. Fleiri upplýsingar um kappingar eru á www.faroechess.com.
Styrkt Talvfelag Føroyar
Seinast í mars mánaða hevði Talvfelagið Føroyar aðalfund, har nýggj nevnd bleiv vald og sær hon nú soleiðis út: Formaður: Carl Eli N. Samuelsen, næstformaður; Regin Reinert, kassameistari: Heini Danielsen og skrivari: Heini Olsen.
Á aðalfundinum blivu summi mál loyst. Eitt nú verður Regin Reinert aftur liðformaður á 1. liði, og tað er limir felagsins glaðir fyri.
Nevndin setti sær mál at styrkja enn meir um flaggskipið, 1. lið, og fyri viku síðani bleiv greitt, at IM Nicolaj Borge telvar við felagnum komandi kappingarár. IM Borge er sera góður telvari, og hevur eitt ratingtal omanfyri 2400.
Tískil eru vónirnar góðar til komandi kappingarár.