Í álopunum á USA 11. september í 2001 doyðu 2.996 fólk. Av teimum vóru 2.977 offur, meðan 19 av teimum deyðu vóru flogrænararnir.
Av teimum vóru 372 útlendingar – umframt flogrænararnar.
Fýra rænd flogfor vórðu nýtt í álopunum: Tveir teirra rendu á World Trade Center í New York, eitt rendi á Pentagon í Arlington, og tað fjórða datt niður í Pennsylvania.
Í teimum fýra flogførunum doyðu 246 fólk. 2.606 doyðu í og kring World Trade Cener í New York City, og 125 doyðu í Pentagon.
Um 292 fólk doyðu á gøtunum kring World Trade Center av brennandi lutum, sum duttu niður og fólk, sum lupu ella duttu niður úr World Trade Center.
Tey deyðu vóru øll sivilfólk uttan 55 herfólk í Pentagon. Endaligu hagtølini vóru ikki gjørd fyri enn fleiri ár eftir hendingarar.
Fólkini, sum doyðu, vóru úr fleiri enn 90 londum. 67 teirra vóru bretar, 47 úr Dominicanska lýveldinum og 41 úr India.
19 teirra vóru flogrænararnir