2.928.660 krónur komu inn til Reyða Kross

Í kvøld hevur árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verið, har fólk og fyritøkur í felag savnaðu pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.

Úrslitið var, at tilsamans komu inn 2.928.660 krónur, sum fara óskerdar til hjálpararbeiði hjá Reyða Krossi. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krosi segði, at ein stórur partur verður brúktur til hjálpararbeiði í Afganistan, har stór neyð stendur fyri durum, nú veturin nærkast. Men at pengar eisini fara til onnur hálparendamál hjá Reyða Krossi aðrastaðni í heiminum.

 

Landsinnsavningin 2021 varð send beinleiðis úr Løkshøll og varð víst á Rás1 hjá Televarpinum.

 

Høvuðsvinningurin var ein Mazda MX-30 elbilur frá Wenzel í Havn. Bilin vann Poula Simonsen í Havn.