Klaksvík:
Mitt meðan Føroyar og Frakland spældu dyst á Tórsvølli, komu grindaboð til Klaksvíkar.
Illa gekst, at fáa nakran eftir henni, áðrenn skotski dómarin hevði bríkslað dystin av. Men tá so dysturin var lokin, sást ein heilur herur av bátum fara út eftir vánni.
Grindin varð funnin út fyri Húsar á Kalsoynni, men hetta var sum sagt mitt undir dystinum. Tá hálvur tími var eftir av dystinum, var grindin út fyri Syðradali, og tá bátarnir komu eftir dystarlok, mest sum møttu teir grindini á pollinum.
Karl Johansen, varasýslumaður, sigur, at drápið gekk longi, men væl.
Dúgvan varð nakað seinkað av rakstrinum eisini.
40 bátar vóru við í drápinum, og tá liðugt var, høvdu 291 springarar lagt beinini. Hesi vórðu býtt millum tey, ið luttóku í drápinum og so sjúkrahúsið, vistarheimið, sambýlið og líknandi.
Seðlarnir komu út klokkan trý hósmorgunin, og klokkan sjey var alt tikið upp.