29 ára gamla Karla Dana doyði við Naddoddi

Hon var greið yvir vandan at ferðast í opnum báti í Norðsjónum og helt tað vera trupult at halda spenninginum frá at gerast til ótta.

Tað var 29 ára gamla, Karla Dana, sum læt lív, tá føroyski seksæringurin, Naddoddur, var á veg úr Føroyum til Noregs við seglum og árum.

 

Á netsíðum hjá teimum, sum stóðu aftan fyri rannsóknarferðina við bátinum, verður Dana lýst sum uppdagari og granskari.

 

Hon hevði eina bakgrund innan tøkniliga øki í USA, men las nú fornfrøði á hægri lærustovni í Skotlandi.

 

Her arbeiddi hon eitt nú við gransking innan víkingaøkið.

 

Sambært norsku løgregluni var hon amerikanskur ríkisborgari, men verður eisini søgd at hava meksikanskan uppruna.

 

Norska kringvarpið - NRK - ger burtur úr  Karlu Dana og sigur, at hon sum 29 ára gomul var yngst av manningini á Naddoddi, sum tilsamans taldi seks.

 

Fýra av manningini vóru úr Sveis, ein úr Føroyum - og so Karla úr USA.

 

- Vit hava djúpastu samkenslu við teimum avvarðandi, familju og kenningum, sigur amerikanska uttanríkisráðið sambært BBC News.

 

NRK veit at siga, at endamálið við ferðini var at enduruppliva ferðina hjá Naddoddi, ið var norðmaður, sum sá Ísland fyrstu ferð um ár 860.

 

Á heimasíðuni hjá rannsóknarferðini skrivaði Karla Dana um, hvat hon væntaði sær av ferðini, og her duldi hon ikki fyri vandanum at ferðast um Norðsjógvin.

- Tað er trupult at halda spenninginum frá at gerast til ótta, tá tú sært aldurnar kasta seg runt um stórar nútimans bátar.

 

Hon ásannar eisini, at tað er ein villur vakurleiki í Norðsjónum - ein áminning um náttúrunar megi, og hon kennur seg ótrúliga hepna at sleppa við til hetta ævintýrið.

 

Ferðin um Norðsjógvin skuldi vera ein háttur hjá hini 29 ára gomlu at gerast meira kend við víkingamentanina.

- Hetta er meira enn bara ein fysisk ferð. Ferðin er ein møguleiki at djúpa seg í víkingamentanini á ein hátt, sum fá menniskju fáa høvi til.

 

Karla Dana helt eisini fyri, at ferðin í Norðsjónum er ein serligur møguleiki at heiðra víkingaarvin og sigla teirra farleiðir.

 

Øll greinin hjá NRK kann lesast her: https://www.nrk.no/vestland/29-ar-gamle-karla-dana-omkom-i-forliset-utenfor-stad-1.17020778