Føroya Rættur dømdi í morgun ein 29 ára gamlan mann eitt ára treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain og hash til Føroya.
Maðurin hevur sitið í varðhaldi síðan fyrst í september í ár.
- Hann varð dømdur fyri at hava smuglað umleið 86 gramm av kokaini og umleið 50 gramm av hashi.
Løgreglan sigur, at maðurin, sum er føroyingur, játtaði seg sekan, og málið varð tí framt sum eitt játtanarmál.
- Maðurin tók við dóminum, og hann skal sita revsingina beinanvegin, sigur løgreglan í tíðindaskrivi í morgun.