286 milliónir til skip

Fiskimálaráðharrin leggur fram uppskot at hækka játtanina til havrannsóknarskip.

Játtanin til nýggja havrannsóknarskipið skal hækkast við 71 milliónum krónum.

 

Í morgin ber Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, uppskot í Løgtingi um at hækka játtanina til nýggja havrannsóknarskipið.

 

Tað var longu í 2011, at Løgtingið samtykti at fara undir bygging av einum nýggjum Havrannsóknarskipi, og fýra ár eftir varð byggiverkætlanin longd til 2020.

 

Tá vórðu 215 milliónir krónur settar av til nýggja havrannsóknarskipi, og nú skal játtanin hækkast upp í 286 milliónir krónur.

 

Tað verður MEST, sum skal taka sær av byggingini, ið er størsta útreiðslan. Harafturat skulu 11 milliónir setast av til serliga útgerð á havrannsóknarskipinum, sum millum annað ger tað gjørligt at framleiða 3D myndir í sambandi fiskikanningar.

 

Verandi havrannsóknarskipið hjá Havstovuni, Magnus Heinason, varð bygt í 1978.