283 fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum

Fróðskaparsetur Føroya hevur bjóðað 283 umsøkjarum lestrarpláss í ár. Til samanberingar var talið 285 í 2022

Fróðskaparsetrið skrivar í morgun, at 283 av teimum tilsamans 389 umsøkjarunum í ár hava fingið tilboð um lestrarpláss á Fróðskaparsetrinum. 237 hava fingið tilboð um bachelorútbúgving, 45 um masterútbúgving og ein um hjánám.

Býtið sæst niðanfyri:

##med2##

Lestrarskrivstovan hevur eisini gjørt upp, hvat lægsta miðaltal var, sum fekk bjóðað lestrarpláss í kvotu 1.

Tølini vísa m.a., at hóast Setrið nú bjóðar Sjúkrarøktarfrøði út tvær ferðir árliga, so er lægsta miðaltalið vaksið við 0,9 (úr 7,2 upp í 8,1) frá í fjør.

##med3##

Lestrarskrivstovan boðar frá, at lýst verður við møguligum tøkum lestrarplássum frá 7. august.