Í dag var prógvhandan fyri teknisku studentunum á Tekniska skúla í Klaksvík. Vanligt fer tað fram úti í Grøv, men fyri veður varð haldið flutt inn í skúlan og tey siga, at nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini við felagssangi og røðum
Bárður Toftum Petersen, fyrrverandi næmingur á Tøknibreytini, helt røðu og hugleiddi um, hvør munurin er á skúlagongdini nú, og tá hann gekk á HT í 90’unum.
Rutt Hjelm Gregersen og Oddvør Jospehsen, næmingar úr HT-3a, hildu næmingarøðuna fyri pisurnar.
Umframt vanligu prógvini, fingu Rannvá Eyðunsdóttir úr HT-3a og Sjúrður Joensen úr HT-3b heiðursprógv og blómur fyri hægsta miðalkarakter og besta prógv í hvørjum flokki Tey høvdu miðalkarakterir upp á 11,0 og 11,7.
##med2##
HT3a
Frá vinstru á aftara rað eru: Daniel Fonsdal Mikkelsen, Jóhan Anthoniussen, Dávið Hentze, Heini Poulsen, Sam Gleðisheygg, Julian Hansen, Ingi Abrahamsen, Tóki Klakk Olsen.
Fremra rað frá vinstru: Rannvá Eyðunsdóttir, Bjørg í Norðnastovu, Rutt Hjelm Poulsen, Oddvør Josephsen, Marjun Elida í Gong.
##med3##
HT3b
Frá vinstru á aftara rað eru: Bjarki Fróðason í Eyðansstovu, Pætur Turðiarson Skipanes, Magnus Dansson Olsen, Samuel Gregersen, Hans Johannesen, Per Johannesen, Sjúrður Joensen, Magni Jón Djurhuus.
Fremra rað frá vinstru: Hans Haraldur Klæmintsson, Jóhanna Skorheim, Erla Christiansen, Rannvá Danbjørg Heinesen, Jetta Svøðstein, Tóra Mohr, Pól á Rógvu."
Rannvá Eyðunsdóttir og Sjúrður Joensen, høvdu tey bestu prógvini