28 milliónir meiri í landskassan

Inntøkan hjá landskassanum av lønarskatti er eitt sindur størri, enn tað undan ársskiftinum varð roknað við, at hon fór at verða í ár.

TAKS uppgerðin fram til og við oktober mánað sigur, at landskassin hevur fingið 2,33% meiri inn í inntøkuskatti tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, enn hann fekk sama tíðarskeið í fjør.

Samlaða landsskatturin frá januar og til og við oktober er 1.234.717.851 krónur. Í fjør var inntøkan fyrstu tíggju mánaðirnar 1.206.451.212 krónur. Meirinntøkan er sostatt 28.057.026 krónur ella 2,33%.