28 føroysk løgreglufólk eru so heppin, at tey eru stødd í tí katalanska høvuðsstaðnum, Barcelona, og seint seinnapartin í morgin verða tey millum teir 99.700 áskoðararnar, sum koma at síggja tann avgerandi dystin á Camp Nou leikvøllinum í Barcelona millum FC Barcelona og Atletico Madrid.
Talan er um seinasta umfar í tí sponsku Primera Division. Atletico Madrid er á odda við 89 stigum, meðan Barcelona hevur 86 stig. Barcelona hevur tó munandi betri málmun, og kann við einum sigri vinna spanska meistaraheitið. Megnar Atletico ein javnleik, so eru teir meistararar á fyrsta sinni síðani 1996.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Kristian Dahl, løgreglumann, sum sæst her á myndini.