Tað skal ikki koma fyri, at tað eru samfullir 28 dagar, ella fýra vikur, millum tveir landskappingardystir í bestu hondbóltskappingini. Tað er lítið stimbrandi at venja, uttan at spæla dystir, men seinastu fýra vikurnar hevur besta kvinnuliðið hjá Kyndli bara vant, hóast tað nærkast endanum av kappingarárinum, Kyndil hevði vitjan av VÍF tann 5. februar í ár. Liðið slapp aftur at spæla dyst í gjár, tann 6. mars.
Vikuna eftir, at Kyndil og VÍF spældu í høllini á Hálsi, vóru steypafinalurnar á skránni. Vikuna eftir hevði Kyndil frívikuskifti, og síðsta vikuskiftið vóru eingir dystir á skránni.
Slíkt má ikki koma fyri. Tað er óseriøst.