278.000 hava sæð ársins videolag

John Egholm tók móti virðislønini fyri ársins videolag vegna Hamferð. Hann var tó ikki einsamallur úr Hamferð í Norðurlandahúsinum. Tveir aðrir limir úr bólkinum vóru til staðar, men teir vóru báðir til arbeiðis fyri Norðurlandahúsið og Kringvarp Føroya.

 

Videolagið er sermerkt og flestu føroyingar munnu hava sæð tað ella hoyrt um tað. Tað er nevniliga ein live framførsla av sanginum Deyðir Varðar, tikin upp undir sólarmyrkingini 20. mars í fjør.

- Ein av okkum fekk hugskotið at nýta sólarmyrkingina sum bakgrund, og vit vóru lættti at yvirtala, sigur John Egholm.

 

Nú eitt ár seinni hava 278.000 fólk sæð videolagið.

- Hesin sangurin er ein bleytari útgáva, sum hóskaðir betur til stemningin, sigur hann.

 

Í gjár fekk Hamferð eina aðra virðisløn, Ársins loftbrúgv, frá nevndini fyri Loftbrúnna. Hendan virðislønin eru ferðaseðlar fyri allan bólkin.

- Enn vita vit ikki, hvagar vit fara, men ferðaseðlarnir verða heilt víst brúktir, sigur John Egholm.

 

Virðislønina fingu teir fyri umsókn sína í samband við konsertferðina bólkurin var á í Týsklandi, Eysturríki og Sveits í fjør.

- Marknaðurin fyri Heavy Metal er stórur í hesum londunum, so væntandi fara vit aftur handan vegin, men enn er einki avgjørt, sigur hann.

 

Hamferð er annars á veg í upptøkuhølini at taka upp løg til eina nýggja útgávu.

- Fleiri enn helvtin av sangunum eru skrivaðir, so vónandi fáa vit útgávuna út í ár, sigur John Egholm.