Skattatølini siga, at tað gongur væl á Tvøroyri. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er skattainntøkan 6,62 prosent hægri, enn hon var sama tíðarskeið í fjør. Tað svarar til eina meiri inntøku uppá 2.760.037 krónur. Tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár var inntøkan 44.469.456 krónur, meðan hon sama tíðarskeið í fjør var 41.709.419 krónur.
Í flestu kommununum í Suðuroy er talan um hægri skattainntøku higartil í ár sammett við inntøkuna í fjør. Størsti lutfalsligi vøksturin er í Sumbiar kommunu. Har er inntøkan 9,77 prosent størri. Higartil í ár eru runnar 7.354.257 krónur í kommunukassan hjá sumbingum ella 654.373 krónur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.
Í Vági er vøksturin 1,28 prosent ella 378.748 krónur, og í Fámjin er vøksturin 5,24 prosent ella 110.840 krónur.
Í Porkeri, Hovi og Hvalba eru inntøkurnar higartil í ár minni, enn tær vóru sama tíðarskeið í fjør.
Í Porkeri er afturgongdin 162.111 krónur ella -2,34 prosent. Í Hvalba er afturgongdin -0,84 prosent ella 125.140 krónur. Í Hovi er afturgongdin -321.687 krónur. Tað svarar til 11,31 prosent, sum lutfalsliga er størsta afturgongdin í øllum kommuunum.










