27 umfør: KÍ oftari í Gundadali enn B36 við Djúpumýru

B36 hevur 9 av 14 kappingarárum við 27 umførum havt tveir heimadystir og ein útidyst móti KÍ

Meðan KÍ oftari hevur havt lutakastseydnuna við sær í kappingarskipanini, tá teir hava møtt HB gjøgnum 14 kappingarár við 27 umførum í bestu mansdeildini, so er støðan ein onnur við B36.

Síðani vit fóru yvir 27 umfør í bestu mansdeildini í fótbólti hava B36 og KÍ spælt 42 dystir í bestu mansdeildini gjøgnum 14 kappingarár í 2005-2009, og 2011-2019. Í 2010 var KÍ niðri í 1. deild og vendi. 

Tað verður ofta tikið til, at KÍ og B36 spæla best móti hvørjum øðrum á útivølli. Serliga í fjør var hetta galdandi, tá KÍ vann tvær ferðir 3-0 á B36 í Gundadali, meðan heimadysturin  við Djúpumýru var taptur 0-2.

23 av teimum 42 dystunum millum B36 og KÍ hesi 14 kappingarárini í bestu mansdeildini eru spældir í Gundadali, meðan 19 eru spældir við Djúpumýru.

KÍ stendur til tveir heimadystir móti B36 hetta kappingarárið, so um tað eydnast at gjøgnumføra kappingina við 27 umførum verður "støðan" 24-21 til Gundadal móti Djúpumýru, tá talan er um dystir millum B36 og KÍ í bestu mansdeildini gjøgnum 15 kappingarár við 27 umførum.  

(Kelda: FaroeSoccer)

HER  kann lesast um býtið millum NSÍ og Víking í bestu mansdeildini.

HER  kann lesast um býtið millum KÍ og HB í bestu mansdeildini.

HER  kann lesast um býtið millum Víking og ÍF í bestu mansdeildini.