Hetta er, sambært landsstýriskvinnuni í almannamálum, kostnaðurin fyri at broyta skipanina við fríplássum til barnaansing soleiðis, at tað loysir seg hjá einsamøllum at fara í hægri lønt starv, uttan at missa alla lønarhækkingina. Men hóast henda lága kostnað, og nógv tos um at hjálpa teimum, ið eru illa fyri fíggjarliga, so er hetta málið ikki ein raðfesting í hesum árinum. Møguliga verður okkurt gjørt frá august 2015. Hetta var svarið, ið undirritaða fekk, tá ið munnligir fyrispurningar vóru í løgtinginum mikudagin.
Skuffandi svar.
Tað er sera skuffandi, at fáa at vita, at henda lítla broytingin, ikki er ein raðfesting hjá landsstýriskvinnuni í nærmastu framtíð.
Samgongan hevur, javnt og samt, sagt seg vilja gera nakað við støðuna hjá teimum, ið eru láglønt og hjá teimum, ið onkursvegna, kunnu vera í vanda fyri at enda í fátæka váða. Henda skipan, er serliga ein trupulleiki hjá einsamøllum forsyrgjarum, tað merkir óbeinleiðis, at teirra børn verða rakt av støðuni. Vit hava tøl, ið benda á , at 1300 børn liva í fátæka váða og tí kundu ein loysn á hesum ítøkiliga málið, verið ein partur av eini loysn, har bøtt verður um støðuni hjá børnum og teirra foreldrum.
Bert 250 krónur eyka um mánaðin, hóast lønin hækkar 7.500 krónur.
Sambært útrokningum, í heildarætlanini fyri fólkavøkstur, so virkar skipanin so, at um ein persónur, ið vinnur 19.000 krónur um mánaðin fyri skatt, fer upp í løn, til dømis við at skifta starv, til 26.500 krónur um mánaðin, so hækkar inntøkan við bert 250 krónum um mánaðin.
Tí mugu vit ásanna, at henda skipan er ein forðing fyri at einsamallir uppihaldarar, taka av einum hægri løntum starvi, tí skipanin eggjar ikki til tað, um ein skal fara frá t.d at arbeiða 25 tímar um vikuna til at arbeiða 40 tímar og fáa 250 krónur meira um mánaðin fyri at arbeiða munandi meira.
Sostatt kann henda skipan vera við til, at fasthalda einsamøllum forsyrgjarum í eini láglønarstøðu.
Skipanin ikki hugsa til barnafamiljur
Skipanin virkar soleiðis, at tey húski sum hava inntøkur lægri enn 240.000 krónur fáa fult frípláss á dagstovnum. Gjaldi fyri ansing hækkar stigvíst við hægri inntøkum, og tá ið inntøkan hjá húskinum er umleið 284.000 krónur, skal fult gjald rindast fyri at hava barn á dagstovni.
Hesi tøl vísa, at ein ikki hugsar barnafamiljuna inn í hesa skipan, uttan so at annar av foreldrunum arbeiðir millum lítið og onki. Eitt húski við tveimum inntøkum fara, vanliga, uppum ásetta markið fyri frípláss. Tað finnast eisini fíggjarliga sperdar barnafamiljur, tí er spurningurin um henda skipanin ikki átti at verið endurskoða, øll sum hon er.