27 miljónir krónur í trý ár til ferðavinnu

- Ólavsøkupakkin hevur verið nógv umrøddur, men ein partur av hesum pakka er, at vit vilja seta av 9 miljónir krónur um árið í trý ár til ferðavinnu, sigur Jørgin Niclasen. - Nú hava vit tosað nóg mikið um at fáa fleiri ferðafólk higar til lands. Nú eiga vit at handla.

Hesi vóru greiðu orðini hjá landsstýrismanninum í ferðavinnumálum, Jørgini Niclasen, tá vit hittu hann á Vestnorden Travel Mart í Keypmannahavn í vikuni.

Ferðavinnuráðharrin heldur, at Føroyar hava nógv at bjóða útlendskum ferðafólki, og Føroyar hava eisini nógv at bjóða hvørjum øðrum, sum vilja ferðast í egnum landi, bæði við summarhúsum, gongutúrum, útferðum, spennandi upplivingum og í aðrar mátar.

- Tilboðini í Føroyum eru mong, og vit síggja á hvørjum ári nýggj og spennandi tilboð av ymiskum slagi, sigur landsstýrismaðurin.

Ólavsøkupakkin hjá hesi samgonguni hevur verið nógv umrøddur og hevur fingið mong skotini.

- Men ein partur av hesum pakka er, at vit skjóta upp at játta 9 miljónir krónur um árið í trý ár til marknaðarføring av Føroyum sum ferðamannalandi.

Jørgin Niclasen sigur, at hesin peningur í fyrsta lagi skal brúkast til at fáa útlendsk ferðafólk til Føroya, eins og ein partur skal brúkast til at fáa føroyingar at ferðast meira í egnum landi.

Skotið verður upp at seta hesar fyrstu 9 miljónir krónurnar av á fíggjarlógini fyri komandi ár.

- Enn liggur ikki í føstum rammum, hvussu hesin peningur ítøkiliga skal brúkast, men hetta fer ferðavinnudeildin í uttanríkisráðnum saman við føroysku ferðavinnuni at finna út av.

Landsstýrismaðurin sigur, at peningurin í øllum førum skal brúkast til marknaðarføring - úti og heima.