Á Ísraels-túrinum, sum Hin Føroyska Ísraelsmissiónin skipar fyri, hava teir 27 føroyingarnir vitjað ymisk kend støð.
Tey hava m.a. vitjað í Tel Aviv, Nasaret, Genesaretvatnið, Deyðahavið, Betlehem og sjálvandi eisini á Massada.
Vitjað verður sjálvandi eisini í Jerusalem, har tey hava verið nú um páskadagarnar. Páskamorgun vóru tey m.a. til gudstænastu í Gordons Golgata.
Ferðalagið kemur aftur til Føroyar í dag.