Um 13 dagar fær ríkið ein nýggjan monark, Fríðrik tíggjunda.
Næstu ferð Fríðrikur vitjar Føroyar verður tað hansara fyrsta vitjan sum monarkur í Føroyum.
25. juli í ár eru liðin júst 150 ár síðani fyrsti monarkurin vitjaði í Føroyum. Tippoldurabbi Fríðriks, Christian níggjundi vitjaði Føroyar í 1874 á leiðini til Íslands. Kongaminnið frá 1882 stendur enn sum eitt minnið um fyrstu kongavitjanina í Føroyum.
Komandi kongurin hevur búð, virkað og arbeitt drúgv tíðarskeið í Grønlandi, hevur enntá verið partur av Sirius-patruljuni, og er góður hundasletuførari. Fríðrikur hevur eisini javnan vitjað Grønland.
Tað fyrstu hálvu øldina av lívinum hjá Fríðriki var langt ímillum, at hann vitjaði Føroyar.
Í 1978 vitjaði hann saman við foreldrunum og yngra bróðrinum, Joachim í Føroyum. Tiltikið er, at hann og Joachim fingu til gávus ein grindaknív í nærum hvørjari kommunu tey kongaligu vitjaðu. Har mundu vera 25 grindaknívar í part.
##med2##
Tað gingu heili 27 ár áðrenn Fríðrikur vitjaði aftur í Føroyum. Á sumri í 2005 vitjaði hann saman við tasmansku konuni, Mary og foreldrunum í Føroyum.
##med3##
Tað gingu tó 13 ár áðrenn Fríðrikur og Mary vitjaðu aftur. Á sumri í 2018 vitjaðu tey Føroyar saman við børnunum hjá sær.
##med4##
Men nú gekk skjótari, at Fríðrikur vitjaði aftur í Føroyum. 1. juni í 2019 var hann við til Royal Run tiltakið í Klaksvík. Elsti luttakarin á Royal Run var 93 ára gomlu Petrina Hansen úr Klaksvík. Hon valdi at ganga eina míl, og tað gekk hon uppá 22 minuttir og 45 sekund. Krúnprinsurin heilsaði uppá Rigmor Andreasen og Petrinu Hansen, og tær fingu klemm frá honum.
##med5##
##med6##
Í 2021 var hann aftur her á landi fyri at gera eina sending fyri DR um føroyska mentan, tónlist, mat, list og framleiðslu. Eisini var hann ein tiltiknan túr á floti saman við Mortani (hjá Andreas) Johannesen. Sigast skal, at sendingin var rættiliga góð.
##med7##