Tað gongur væl at fiska av felagskvotuni á svartkjaft.
Felagskvotan á svartkjaft í 2017 er tilsamans 70.000 tons og av hennið er fiskað 42.456 tons tilsamans. Eftir eru tí góð 27.000 tons.
Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðu sínari.
Samlaða svartkjaftakvotan er ásett í 2017 at verða 476.901 tons.