266b-spurningurin á pall

Drápið av einum ungum samkyntum amerikanara í lítla býnum Laramie í Wyoming, USA, hevur ført við sær ein doku-drama leik, og amerikanska senatið hevur í ár samtykt eina lóg, sum nú umfatar samkynt og brekað í minnilutaverju

Fyri níggju árum síðani var hin 21 ára gamli Matthew Shephard bukaður so illa, at hann doyði av løstunum. Matthew var samkyntur, og tað var eftir øllum at døma einasta orsøkin til, at tveir ungir menn sóu seg illar inn á hann.

Hendingin skakaði alt USA og varð umrødd í øllum teimum stóru miðlunum. Hetta førdi eisini til eitt landsumfatandi kjak um hatursbrotsgerðir.

Íbúgvarnir í Laramie vórðu eisini skelkaðir av hendingini og fingu seg illa at trúgva, at slíkt kundi henda í teirra lílta býi. Flestu hildu eisini í fyrstu atløgu, at tað mátti vera onkur fremmandur, ið hevði framt brotsgerðina.

Tann veruleiki, at offurið var ein samkyntur, setur fokus á evnið. Fólk í Laramie eru á einum máli um, at tað sjálvsagt er skeivt og ræðuligt at fremja eina slíka brotsgerð. Men hetta hevur eisini ført til, at fólk í býnum hava eina støðu til tað, at vera samkyntur. Tey hava eina meining um, hvørt hetta er rætt ella skeivt, men av tí at kristindómur spælir ein stóran leiklut í Laramie, er hetta fyri mong ein trúðarspurningur.

Fyrsta doku-drama

At brotsmenninir ikki vóru fremmandir, men tveir av teirra egnu, førdi til, at íbúgvarnir seta spurnartekin við tað umhvørvi, ið teirra børn vaksa upp í.

Katólski presturin í býnum heldur, at tey eiga at nýta hendingina til nakað konstruktivt – at lata brotsmenninar siga teirra søgu, so tey kunna læra av teimum, hvat ið tað var sum gjørdi, at teir hesa náttina fóru út um alt mark.

Sum leikurin fer sodnar hendan ræðuliga hendingin hjá fólki. Hvør í sínum lagi hevur sína hugsan um hendingina, og við leiklok eru íbúgvarnir vorðnir nøkur onnur menniskju, enn tá leikurin byrjaði.

Leikurin kom í lag við tað, at stutt eftir hendingina fór The Tectonic Theater Company undir leiðslu av Moisés Kaufmann til Laramie, har leikararnir gjørdu samrøður við fólk í býnum. Tey vitjaðu javnan aftur í tvey ár og gjørdu fleiri enn 200 samrøður tilsamans.

Sjónleikurin Verkætlan Laramie byggir á hesar samrøðurnar. Av tí at alt tilfarið í leikinum eru skjalfestar heimildir og ikki fiktión, er leikurin eitt doku-drama. Hetta er samstundis fyrsta doku-drama, sum verður framført í Føroyum.

 

Matthew Shephard Act

Hendingin í Laramie skakaði ikki bert lokalsamfelagið, men sendi rembingar um alt USA. Í september í ár, níggju ár eftir eftir drápið, samtykti amerikanska senatið, at samkynt og brekað eisini verða fevnd av lógini um verju móti hatursbrotsgerðum. Lógarbroytingin er uppkallað eftir hesi hendingini og verður á mannamunni nevnd The Matthew Shephard Act.

Marita Dalsgaard, sum er leiðari av verkætlanini, hevur sjálv týtt leikin. Hon er búsitandi í Danmark, men er her heima í sambandi við leikin, sum verður frumsýndur 25. november.

Við í leikinum eru upprunaliga heilir 54 leiklutir, men leikararnir eru vanliga einir átta. Í føroysku útgávuni eru fimm leikarar og teir eru Egi Dam og Birita Mohr, Gunvá Zachariassen úr leikbólkinum Tvazz, Hjálmar Dam og Marita Dalsgaard. Leiklutirnir eru eisini heldur færri, einir 45.

Eitt kuriosium við leikinum er, at hann verður framførdur í Müllers Pakkhúsi, og hetta er fyrstu ferð ein leikur verður framførdur har.