Ungdómslandsliðið eru svimjarar sum hava aldur til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Helsinki ella til Norðurlendsku UngdómsMeistarastevnuna í Oslo í summar, ið vóru úttiknir til landsliðið á úttøkustevnuni í Klaksvík í november. Til stuttleikar kann nevnast, at tey onkran dag sleppa at svimja uttandura, nú tey fara til Íslands.
Hóparnir skulu venja í Laugardagshøllini í Reykjavík fram til fríggjadagin tann 15. januar, tá ið altjóða svimjistevnan Reykjavík International byrjar. Og tá koma tey 26 og einir 14 svimjarar afturat úr Svimjifelagnum FLOT, Fuglafjarðar Svimjifelag og Havnar Svimjifelag at kappast har, dagarnar 15. - 17. januar, soleiðis at føroyska luttøkan har verður einir 40 svimjarar.
Tey 16 landsliðssvimjararnir eru:
? Astrið Foldarskarð (FLOT)
? Birita Debes (FLOT)
? Jóhann Heðinsson (FS)
? Jóhanna Egholm (FS)
? Jonna B. Thomsen (FS)
? Poula Ø. Mohr (FS)
? Guðrun Mortensen (SuSvim)
? Helena Sævarsdóttir (SuSvim)
? Tanja Skaalum (SuSvim)
? Sofus Bech (SuSvim)
? Cecilia Eysturdal (Ægir)
? Monika Biskopstø (Ægir)
? Turið S. Christiansen (Ægir)
? Bjarni M. Petersen (Ægir)
? Heðin L. Olsen (Ægir)
? Magnus Jákupsson (HS)
Venjarar:
? Karina Petersen
? Sonni Eliasen
Ferðaleiðarar:
? Marit Skaalum
? Niels Pauli Eysturberg