26 nýggj grundstykki í Syðrugøtu

Arbeiðið at gera tveir nýggjar vegir og 26 grundstykki í Syðrugøtu er nú liðugt og alment handað Eysturkommunu.

Arbeiðið at gera tveir nýggjar vegir og 26 grundstykki í Syðrugøtu er nú liðugt og varð avhendað til Eysturkommunu seinnapartin í dag. Hetta merkir, at um stutta tíð verður klárt hjá teimum fyrstu, sum ætla sær at byggja, at grava út og stoypa.

 

Tað er Teknistovan Gøta, sum hevur havt projekteringini um hendi, og entreprenørfelagið Kreton í Norðragøtu hevur staðið fyri útgrevstri, vegagerð og øðrum arbeiði í hesum sambandi.

 

Bíðilistin at fáa grundstykki í Syðrugøtu er langur. Heili 66 umsøkjarar eru á listanum, og nú hava tey fyrstu 26 fingið bjóðað grundstykki.

 

- Vit gleðast um at vera komin á mál við hesum, og at fleiri nýggj heim verða at síggja í Syðrugøtu í nærmastu framtíð, sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

 

Hann vísir á, at nú verður farið í holt við at stykkja út í hinum bygdunum í kommununi eisini.

 

- Tað er ikki bert í Syðrugøtu, at fólk standa í kø eftir at byggja. Í Leirvík standa 28 fólk á bíðilista, og her arbeiðir Eysturkommuna við at keypa jørð í ár. Í Norðragøtu standa 23 á bíðilista, og har er ætlanin at keypa jørð í komandi ári, sigur borgarstjórin.