26 nýggj grundstykki í Norðragøtu

Í komandi viku verður farið undir at útstykkja 26 nýggj grundstykkir í Norðragøtu

Eysturkommuna fer at stykkja út økið 86z í Norðragøtu, sum er vestan fyri Eyðargøtu. Arbeiðið byrjar 23. september 2019 og heldur fram til august 2020.

Kommunan vónar við útstykkingini at tryggja borgarum enn fleiri bústaðarmøguleikar.

Eysturkommuna boðar frá, at í hesum tíðarskeiði kann órógv koma á ferðsluna við Ánna og Eyðargøtu. Av tí arbeiðstøkan dragar seg um avgrevstur, spreinging, planering, rørarbeiði og annað kunnu vegir gerast skitnir, og tískil kann hetta órógva borgaran.