Fólk í 26 íbúðum í Nuuk sitið køld í fleiri dagar

- Vit hava fingið at vita, at tað er ein leki, men vit vita ikki, hvussu tað gongur við at loysa trupulleikan, sigur ein av íbúgvunum

26 húsarhald í einum íbúðarøki í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, hava hvørki havt hita ella heitt vatn síðan nýggjársdag.

 

Nú tíðin er vorðin so long, eru fólk vorðin meira og meira ørkymlað. Talan er um gøtuna, Ole Brandtsvej, veit Sermitsiaq at siga.

 

Trupulleikin er, at leki er á fjarhitarørunum, og neyðugt er við graviarbeiði fyri at finna og umvæla lekan.

 

- Vit hava fingið at vita, at tað er ein leki, men vit vita ikki, hvussu tað gongur við at loysa trupulleikan. Vit duga ikki at síggja, at nakar arbeiðir við málinum.

 

Soleiðis sigur ein av íbúgvunum í gøtuni, Jonna Johansen. 

 

Fyri at hava eitt sindur av hita í íbúðini, hava tey fingið sær ein lítlan hitablásara, og aðrir íbúgvar hava tendrað kertuljós fyri at fáa ringasta kuldan úr íbúðini.

 

Sambært Sermitsiaq stúra íbúgvarnir fyri, at rørini undir íbúðunum kunnu frostspreingjast, um trupulleikin ikki verður loystur.

 

Jonna Johansen sigur, at samskifti millum partarnar, sum hava ábyrgd av fjarhitanum, tykist ósamanhangandi.

 

- Tann eini sigur eitt, og ein annar okkurt annað. Hetta ger okkum ørkymlað, og vit ána ikki, nær vit kunnu vænta okkum hita og heitt vatn aftur, leggur hon aftrat.