Samráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum hava higartil í ár í stóran mun verið merkt av ósemjum. Undantakið er Starvsmannafelagið, ið var fyrsta fakfelagið, ið fór til samráðingarborðið og eydnaðist tað skjótt hjá teimum at fáa eina semju í lag.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar vóru næst í røðini, og har spældi verri av, og varð ein semja fyrst fingin í lag eftir, at felagið hevði verið í verkfalli í nítjan dagar og hevði høtt við at leggja alt sjúkrahúsverkið lamið.
Væl eydnaða stríðið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, ið endaði við eini lønarhækkan á tíggju prosent yvir tvey ár, tykist at hava givið hinum fakfeløgunum trúnna upp á, at tað ber til at gera munandi broytingar í sáttmálanum, og Føroya Pedagogfelag var næst á skránni.
Tað hevur tó verið trupult at fáa eina semju millum partarnar, og um vikuskiftið vrakaðu báðir partar seinasta royndina hjá Semingsstovninum til semju. Sama kvøld boðaði Pedagogfelagið frá verkfalli fyri summar av teirra limum, og í dag svaraði Kommunala Arbeiðsgevarafelagið við at lýsa verkbann fyri allar pedagogar frá hósmorgunin av.
Alt bendir tískil á, at talan kann gerast um enn eitt langt stríð millum fakfelagið og arbeiðsgevararnar. Men sjálvt tá komið verður á mál við sáttmálanum hjá Føroya Pedagogfelag, so er enn langt á mál hjá arbeiðsgevarunum. Tað eru nevniliga 29 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum, har av einans trý teirra, íroknað Føroya Pedagogfelag, hava verið við samráðingarborðið higartil.
Siðvenja er á almenna arbeiðsmarknaðinum, at tað er støddin á fakfelagnum, ið avgerð hvussu langt frammi tey eru í røðini at sleppa til samráðingar, og næst í røðini eru Føroya Lærarafelag og Akademikarafelagið. Síðan koma restandi 24 fakfeløgini, sum uttan iva fylgja væl við, nú ófriður aftur valdar á almenna arbeiðsmarknaðinum, og sjúkrarøktarfrøðingarnir hava prógvað, at tað ber til at gera munandi broytingar í sáttmálanum.