26 dystir avlýstir

Tað er ikki bara í Føroyum, at frostur og kavi arga fótbóltskappingina. Eisini í Danmark hava tey havt kava á páskum, og hóast fleiri dystir eru spældir, hava eisini nógvar avlýsingar verið

Í teimum trimum fremstu fótbóltsdeildunum vóru 26 dystir avlýstir á páskum. Best hevur gingið við at fáa avgreitt dystirnar í superliguni – har er bert ein dystur avlýstur.